Rógvi í eini aðrari verð

- Eg kann ikki koma við nøkrum, sum líkist. Her eru grundleggjandi munir millum bæði samfeløgini, so sum trúgv, mentan, tempo, forrætning, uppgávunum hjá landinum og tí almenna, stutt sagt alt, sigur Rógvi Borðoy, ið er fluttur úr Føroyum til Teilands.

Útisetin hesaferð:

Rógvi Borðoy, 29 ár.
Eg eri uppvaksin við Norðskála á Eysturoynni.

Hvar ert tú staddur?
Eg eri staddur í Chiang Mai norðast í Teilandi

Nær flutti tú til Teilands?
Eg flutti til Teiland fyrstu ferð í august 2004.

Hví flutti tú til Teilands?
Upprunaliga orsøkin var at eg skuldi í starvsvenjing á einum mánaðarligum blaði sum tíðindamaður, og tað fullførdi eg eisini. Eg fann skjótt útav at mær dámdi sera væl her yviri, serliga veðurlagið, men eisini alt annað. Tá eg so flutti til Føroyar aftur gjørdi eg eina verkætlan fyri eksportfelagið hjá okkum, ThaiFo Co., Ltd., og kom aftur eitt ár seinni fyri at byrja arbeiðið við fyritøkuni.

Hvussu er við málinum – var/er tað torført at læra málið?
Teilendskt er sera torført, tí tað er eitt sokallað tonalt mál. So eitt orð sum til dømis “mai” hevur tíggju ymiskar týdningar, alt eftir um orðið er langt ella stutt, um orðið hevur lágan, miðal, høgan, lækkandi ella hækkandi tóna. Hetta er púra vist tann torførasti parturin av málinum, men nú siga teilendingar at eg práti tað klárt og týðuligt. Her er so gott sum eingin mállæra, og tað hjálpir. Eg dugi sjálvandi ikki alt, tí eg havi ikki fingið vanliga undirvísing.

Hvat dámar tær í Teilandi?
Jamen her er deiligt. Ein vinur hjá mær, sum er fyrrverandi bretskur konsul, segði tað nokkso gott. Hann hevði búð her í 45 ár, tá hann segði mær frá, at hann “bara skavaði á mentunarligu yvirflatuni”. Her eru sera nógv ting at læra og venja seg við, so man keðir seg aldrin!

Er tað nakað tær ikki dámar við at liva í Teilandi
Landið gongur í einum øðrum tempo enn vesturlendsk lond. Alt tekur longri tíð, enn tað eigur, og tað kann vera ótrúliga troyttandi. Teilendingar hugsa út frá buddhistisku tankagongdini ikki serliga langt fram í tíðina. Faktiskt ofta bert um dagin í dag, og tað skínir ígjøgnum allar partar av samfelagnum. Her er so gott sum eingin almenn býarplanlegging og flestu avgerðir um nýggjar stórverkætlanir eru plágaðar av mutri. Hetta er torført at venja seg við og ómøguligt at góðtaka! Eg havi álit á, at nýggja stjórnin fer at gera nakað við hetta fyrr ella seinni.

Hvussu er mentanin í Teilandi? – Líkist hon tí føroysku?
Nei! Hmmm...nú havi eg sitið í 5 minuttir og hugsað og eg kann ikki koma við nøkrum sum líkist. Her eru grundleggjandi munir millum bæði samfeløgini, so sum trúgv, mentan, tempo, forrætning, uppgávunum hjá landinum og tí almenna, stutt sagt alt. Tað er eisini tað, sum ger tað so avbjóðandi at vera her.

Hvussu er maturin í Teilandi?
Sterkur! Tom yam goong er ein heimskend suppa við rækjum og øðrum og tað er so gott sum ógjørligt at eta í fyrstuni, tá man kemur her. Men nú havi eg havt vitjan av familju og vinum oftani, og tey eta tað sum einki. So gott sum allir rættir hava eina súpiskeið av chilli í sær. Mær dámar bara væl, men eg stúri eitt sindur fyri at føroyskur matur ikki fer at smakka líka væl, tí smakksleykirnir eru avbrendir!

Hvussu er veðrið í Teilandi?
Her í Chiang Mai hava vit tríggjar tíðir. Heit tíð frá mars til juni, regntíð frá tá til november og so køld tíð frá november til mars. Ikki so, kalda tíðin er í minsta lagi 16 hitastig um náttina og enn eini 25 hitastig um dagin!

Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya?
Ikki beinanvegin. Eg má royna at fáa felagið ordiliga upp at koyra fyrst, men fyrr ella seinni verði eg at síggja á klettunum aftur vænti eg. Ilt at siga nær.