Rógvi brendi størsta kjansin

Rógvi Jacobsen iðraði seg sjálvandi um møguleikan, sum hann misnýtti nakað fyri leiklok, tá hann brádliga gjørdist leysur í litaviska brotsteiginum

KAUNAS: Størsti føroyski málmøguleikin í dystinun móti Litava var uttan iva tann, sum Rógvi Jacobsen fekk tólv minuttir fyri leiklok, tá hann púrasta einsamallur skeyt í krovið á málverjanum úr fimm metra fjarstøðu.
Eftir dystin fingu vit orðið á Rógva, og vit spurdu hann, hvussu hann upplivdi støðuna, tá møguleikin beyðst.
- Andrew lat bóltin fara víðari til mín, tá hann varð sendur innfyri. Eg gjørdist eitt sindur kløkkur, tá eg brádliga stóð púra leysur framman fyri málinum. Eg ætlaði fyrst at senda bóltin inn við nærmastu stong, men onkursvegna broytti eg støðu í skotløtuni, og ístaðin skeyt eg bara beint fram.
- Og tað er einki sum eitur, at eg eigi at skora upp á handan kjansin. Eg ivist ikki í, at fekk eg túsund slíkar afturat, so eg skorað upp á teir allar, men akkurát hasa ferð skuldi tað bara ikki verða.
Um sín leiklut í dystinum helt Rógvi annars, at tað eydnaðist honum hampuliga væl at gerast partur av spælinum, tá hann varð skiftur inn.
- Tað tóktist fyri mær, sum um vit høvdu hampuligt pláss á miðjuni. Kanska vóru teir troyttir ella kanska slappaðu teir eitt sindur av. Undir øllum umstøðum gav tað okkum møguleika at leggja trýst á, og sum tú sjálvur veitst, so fingu vit eisini møguleikar, men tað gekk bara ikki at skora.