##med2##
Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan EM-undankappingarlandsdystinum móti Malta, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.
Rógvi Baldvinsson skoraði í 2013 móti Malta á Ta' Qali National Stadium, tá Føroyar taptu 3-2 í venjingardysti. Í Nations League dystinum í fjør var eydnan ikki við Rógva, sum fekk eina fipur í upphitingini.
##med3##
- Hatta eru upp og niðurtúrarnir í fótbólti. Eg minnist at eg fór dribblandi fram við og gjørdi nakrar skotfintur, men tað var ein venjingardystur og vit taptu. Tað var ræðuligt at fáa ein fipur í upphitingini, tí tú ert klárur at fara í dyst og stríðast fyri landið, fortelur Rógvi Baldvinsson.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá EM-landsdystinum, sum verður týskvøldið klokkan 19.45. Upptakt byrjar eftir tíðindini klokkan 17.
##ms##