ÍSLAND
Hóskvøldið eydnaðist tað KR at fáa fulla úrtøku. Í sjeynda umfari vunnu teir 3-2 á heimavølli ímóti ?rótti, og hetta var fyrsti sigurin, síðani KR vann hepnan sigur í fyrsta umfarinum.
Føroyski landsliðsspælarin Rógvi Jacobsen var ógvuliga eyðsýndur hóskvøldið. Hann var miðframherji allar 90 minuttirnar, og Rógvi skoraði fyrsta KR málið, og hann legði upp til hini bæði.
Hóast stóra yvirvág til heimaliðið, so fingu teir ikki mál, fyrrenn tað restaðu fýra minttir av fyrra umfarinum. Eftir horna var Rógvi Jacobsen hægstur og stútaði bóltin í kassan. Hetta var sætta málið, sum Rógvi hevur skorað fyri KR, og hetta var fimta ferðin, at hann nýtti skallan, sum tað verður tikið til í Íslandi.
Í síðsta minuttinum undan hvíldini økti miðvallarin Sigurvin Ólafsson til 2-0. Eftir innlegg fekk Rógvi fatur á bóltinum, sum hann so legði út frá til miðvallaran, sum sendi í netið.
So tóktist tað sum um, at heimasigurin var vísur, men eitt korter undan leikloki skoraði ?róttur tvær ferðir innanfyri tveir minuttir, og so stóð einki til hjá KR.
Men fýra minuttir undan leikloki var Rógvi Jacobsen aftur upp á spæl. Hann legði innfyri úr vinstru, og Grétar Ólafur Hjartarson sendi bóltin í netið.
Sigurin bar við sær, at KR nú hevur tíggju stig. FH, sum hesa ferð vann 2-0 á heimavølli ímóti ÍA, er oddalið við 21 stigum. Valur tapti 1-0 í Oyggjunum, men Valsmenn eru framvegis næstfremstir. Teir hava fimtan stig. Fylkir og Keflavík, sum hesa ferð spældu 2-2 í Keflavík, hava ellivu stig, og so kemur KR.
Grindavík, sum vann 1-0 á Fram í Reykjavík, hevur sjey stig saman við ÍA og ÍBV, og ?róttur er aftast við fýra stigum. 27. juni skal KR í áttanda umfarinum spæla á útivølli ímóti Vali.