Rógvi aftur á landsliðnum

Landsliðsvenjarin í fótbólti, Brian Kerr, hevur sent 22 spælarum boð til teir báðar síðstu dystirnar í hesi HM-undankappingini, sum eru á útivølli ? fyrst ímóti Fraklandi 10. oktober og síðani Rumenia 14. oktober.

 

Toppskjúttin á føroyska landsliðnum, Rógvi Jacobsen, er aftur við, eftir at hann hevur verið skaddur tað nógva av hesum árinum, men síðstu dystirnar hevur spælt meira og víst sítt kenda máltev.

 

Andy Olsen, sum enn eigur fyrsta landsdystin til góðar, men hevur fyrr verið til venjingar hjá landsliðnum, er nýggjur maður í hópinum. Og so eru Vagnur Mohr Mortensen og Christian Høgni Jacobsen aftur við á landsliðnum.

 

Fróði Benjaminsen, Bogi Løkin og Atli Danielsen, ið høvdu karantenu, tá Føroyar herfyri á Svangaskarði vunnu 2-1 á Litava, eru eisini aftur við. Hinvegin hava Christian Lamhauge Holst, Jákup á Borg, Einar T. Hansen og Símun Samuelsen karantenu fyrra dystin ímóti Fraklandi, men kunnu spæla við ímóti Rumenia.

 

Teir 22 úttiknu:

Fróði Benjaminsen, HB

Jákup á Borg, B36

Egil á Bø, EB/Streymur

Atli Danielsen, KÍ

Jóhan Troest Davidsen, NSÍ

Bartal Eliasen, ÍF

Atli Gregersen, Víkingur

Arnbjørn Hansen, EB/Streymur

Einar Tróndargjógv Hansen, NSÍ

Christian Lamhauge Holst, Silkeborg

Christian Høgni Jacobsen, NSÍ

Rógvi Jacobsen, ÍF

Bogi Løkin, NSÍ

Jákup Mikkelsen, KÍ

Vagnur Mohr Mortensen, HB

Gunnar Nielsen, Manchester City

Jónas Þór Næs, Hvidovre

Andreas Lava Olsen, Víkingur

Andy Olsen, ÍF

Súni Olsen, Víkingur

Jann Ingi Petersen, NSÍ

Símun Samulsen, Keflavík