Rógva bara á 1000 metrum

Triði FM róðurin verður seinnapartin á Jóansøku, sum er í Vági.

Á Norðoyastevnu varð róð á 1000 og 1500 metrum. Á Sundalagsstevnu varð róð á 1000, 1500 og 2000 metrum. Í Vági verður bara kappast á 1000 metra málinum.

Undanfarnu ferðirnar hava bara tvey 10-mannafør kappast. Ormurin og Havnarbáturin hava vunnið hvør sína ferð. Í dag fara eisini Ormurin Langi og Nólsoyingur at taka lut. Nú teinurin bara verður 1000 metrar, fer kappingini ivaleyst at laga seg øðrvísi enn undanfarnu ferðirnar.

Hann er høgur í ættini, og úr Vági frættist, at róðrarlíkindini eru góð.

Lagt verður fyri við barnaróðrunum. Klokkan 15 verður fyrsta skotið í FM kappróðrinum.