Í nýggja starvinum ráðgevur Margareth kundum í Sparikassanum um trygging, pensjón og íløgur.
Síðani mars í ár hevur Sparikassin selt eina heildarloysn til privatkundar og arbeiðspláss. Tað merkir, at saman við pensjónsuppsparingini kunnu lívs- og óarbeiðsføristryggingar knýtast. Í Sparikassanum fáa fólk eisini ráðgeving um, hvussu pensjónsuppsparingin kann setast í virðisbrøv, so meira kann fáast burturúr.
Margareth D. Djurhuus er 30 ár og úr Gøtu. Hon byrjaði í Sparikassanum í 2000. Á myndini er hon í samrøðu við Sonna Smith frá Rás 2, ið prátaði við hana um tryggingar og pensjónir í sambandi við North Atlantic Fish Fair fyrr í ár.