Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur, er nú blivin formaður í eini nevnd, sum er sett at eftirmeta ráðgevingina hjá ICES, sum mangan stendur fyri skotum.
Tað hendi í sambandi við, at ICES helt sína árligu vísindaráðstevnu, sum hesuferð var í Póllandi.
Tá hevði ráðið, har øll 22 limalond eru umboðað, eisini ein serfund.
Á hesum fundinum varð samtykt, at fara undir eina eftirmeting av allari ráðgeving hjá ICES.
Sum kunnugt fevnir henda ráðgeving um fiskiveiði og lívfrøðiligt margfeldi í havinum.
Fundurin valdi tey fólk, sum skulu gera hesa eftirmeting, sum skal vera liðug fyrru helvt av 2012, tað er áðrenn ICES skal veita ráðgeving fyri árið 2013.
Fólkini í nevndini eru: Kjartan Hoydal, formaður, Skrivarastova, Føroyar, Stephan K. Brown, NOAA - National Oceanic and Atmospheric Administration, USA, Eskild Kirkegaard, Danmarks Tekniske Universitet-Aqua, Danmark og Ben van de Wetering, ICPR, International Commission for the Protection of the Rhine.