Ráðgevingin er online hóskvøldið

Eins og mánakvøldið verður ráðgevingin á eg.fo online hóskvøldið. Onlineráðgevingin er ein nýggjur partur av www.eg.fo, sum vónandi verður væl móttikin.

Ungdómsportalurin eg.fo er til tey 12-18 ára gomlu, men eisini er tilfar til vaksin á portalinum.

 

Fyriskipararnir siga frá, at ætlanin við portalinum er at

- lýsa evni sum hava áhugað millum ung.

- lýsa ungdómslív, við at lata tey ungu koma til orðanna

- lýsa tiltøk og tað, sum hendir á ungdómsøkinum

 

Ráðgevararnir hava allir viðkomandi útbúgvingar og royndir við børnum og ungum. Ráðgevararnir eru anonymir, soleiðis at børn og ung trygt kunnu ringja til teirra.

Børn og ung kunnu venda sær til ráðgevingina við alskyns spurningum, trupulleikum ella evnum, tey hava tørv á at tosa við ein vaksnan um. Hetta kann t.d. vera happing, einsemi, vinarlag, kærleiki, kynslív, hjúnarskilnaður hjá foredrum, sorg, kynsligur ágangur, harðskapur, rúsevnistrupuleikar, etingarólag og mangt annað - eingin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur at ringja ella skriva um.