Arbeiðsbólkurin, sum skrivar álit um at seta á stovn ráðgevingarstovu fyri kvinnur, mammur og stakar uppihaldarar, er um at verða liðugur við arbeiðið. Og hóast álitið ikki er liðugt enn, hava vit prátað vit limirnar í bólkinum um tað, sum tær eru komnar til higartil, og hvørjar tankar tær hava gjørt sær viðvíkjandi støðuni hjá støkum uppihaldarum.
- Vit ynskja okkum eina tvørfakliga ráðgevingarstovu, hagar fólk kunnu venda sær at fáa ráðgeving um tað at vera stakur uppihaldari, um fyribyrging ella tað at vera við barn. Og vit mæla til at stovan skal vera ein óheftur stovnur við einum stýri, eins og vit kenna frá Kvinnuhúsinum, greiða tær fimm kvinnurnar, sum mynda arbeiðsbólkin, frá.
Veikur bólkur
Og tær vísa á støðuna, sum nógvir stakir uppihaldarar eru í, har ein høvuðstrupulleiki er, at tey hava ilt við at savna seg um annað enn at fáa endarnar at røkka saman. Og tað skerst ikki undan, at flestu stakir uppihaldarar eru mammur og at tað serliga eru tær, sum arbeiðsbólkurin hevur savnað seg um.
- Tær einligu mammurnar eru ein serstakliga veikur samfelagsbólkur, tí tær hava snøgt sagt ikki orku til annað enn børnini og at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tí ynskja vit samstundis, at tvørfakliga ráðgevingin skal vera málgagn ella talurør fyri samfelagsbólkin sum heild, siga tær, og leggja aftrat, at ráðgevingarstovan vónandi fer at koma í samband við nógvar stakar uppihaldar.
- Tí er upplagt at stovan savnar inn vitan um livikorini hjá samfelagsbólkinum, umframt at persónarnir, sum mynda ráðgevingarstovuna fáa innlit í umstøður og viðurskifti hjá málbólkinum annars, siga tær. Og tær vóna, at ráðgevingarstovan kann brúka hesa vitan til at upplýsa og kunna myndugleikarnar í samband við politiska raðfesting og stigtakan framyvir. Samstundis leggja tær dent á, at tey sum venda sær til ráðgevingina kunnu vera ónavngin og at tað eru fólk sjálvi sum ráða fyri, um tey taka av tilboðnum ella ikki.
Kvinnufelagið fegnast
Kvinnufelagið í Havn hevur í mong ár viðgjørt viðurskiftini hjá einligum mammum og leingi hevur ynski verið frammi um at seta á stovn eina ráðgevingarstovu fyri hendan bólk av kvinnum, greiðir eitt av umboðunum í arbeiðsbólkinum, Berit Unn Petersen, sosialráðgevi og umboð fyri Kvinnufelagið frá. Hinar, sum eru limir í arbeiðsbólkinum eru: Annika V. Dalsgarð, sosialráðgevi, sum umboðar Almannastovuna; Krista Nielsen og Elin Ziska, heilsufrøðingar, umboða Heilsufrøðifelagið og Karin Dahl, ljósmóðir, sum er umboð fyri Ljósmøðrafelagið.
Hjálp til sjálvhjálp
- Vit ímynda okkum, at ráðgevingin verður givin við støði í støðuni hjá einstøku mammuni ella pápanum. Soleiðis verður tað uppgávan hjá ráðgevanum at gera sær eina heildarmynd av umstøðunum hjá familjuni og síðani at ráðgeva útfrá hesum, siga tær. Og tær leggja aftrat, at onkur kanska bara ynskir at práta ella gráta, meðan onnur hava tørv á hjálp til at søkja um sosialar veitingar, bústað, velja útbúgving ella at orða eina umsókn. Sostatt skal ráðgevingarstovan ikki hava heimild til lata fíggjarligan stuðul ella bústað, men heldur veita hjálp til sjálvhjálp.
- Tí ofta hava stakir uppihaldarar ikki yvirskot til at gera sær eina heildarmynd av støðuni og tað kann ein ráðgevi hjálpa við, siga tær.
Tær leggja dent á, at tær ikki eru lidnar við álitið enn og at hesi hugskot og tankar bert eru fyribils og væl kunnu hugsast at broytast í endaliga álitinum. Álitið verður vantandi handað Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, í mars.
---
BOX:
Ráðgevandi toymi fyri kvinnur
(úr ólavsøkurøðu løgmans 2005)
Farið er undir arbeiðið at skipa eitt ráðgevandi toymi. Uppgávan hjá toyminum verður at upplýsa ungar gentur og kvinnur um fyribyrging, ráðgeva um fosturtøku og at stuðla barnakonur og stakar uppihaldarar, ið liva undir truplum viðurskiftum. Toymið skal veita teimum neutrala og holla ráðgeving í ivaspurningum av m.a. heilsuligum, sálarligum og átrúnarligum slagi, so at tær verða betur førar fyri at taka egna avgerð. Ráðgevingin er ætlað sum eitt tilboð til kvinnur. Dentur verður lagdur á, at kvinnurnar sjálvar ráða fyri, um tær taka av hesum tilboði ella ikki, eins og tær sjálvar gera av, hvønn ella hvørjar ráðgevar í toyminum tær vilja tosa við. Ráðgevingin skal vera ókeypis og anonym, og hon skal ikki koma í staðin fyri, men heldur at vera eitt ískoyti til ta ráðgeving, sum tað almenna longu veitir.