Var deyðarevsing revsingin fyri at brúka heimsins vánaligastu umbering um alt, vóru ikki nógv fólk eftir í Føroyum. Í hvussu so er ikki politikarar og onnur, sum hava fingið ábyrgd. Veljararnir, øll tey, sum billa sær inn, at fólkaræði merkir og er fólkaræði, hava givið politikarum ábyrgd at umsita okkara pengar og ognir.
Men hvør er hon so, handan heimsins vánaligasta umbering? Jú, hon er stutt, bara fýra vanlig orð: vit hava ikki ráð. Vit kunnu ikki gera hetta, vit kunnu heldur ikki gera hatta, tí vit hava ikki ráð.
Møsn, dómadagsmjørkatos. Tað verður mjørki dómadag, eingin ivi um tað, hóast forsøgnin ikki røkkur so langt.
Einki, avgjørt einki, eitur at hava ikki ráð. Tað eitur raðfesting, ráðfesting. Øll hava ráð til tað, sum tey vilja hava ráð til.
Øll hava ráð til tað, sum tey raðfesta fremst.
Eitt brennivínsbarn hevur altíð ráð til brennivín, hóast tað eigur børn. Roykjarar hava altíð ráð til tubbak. Fjølmiðlar hava altíð ráð til fótbólt og annað lætt undirhald. Allir føroyingar hava altíð ráð til at keypa og eiga bil. Eisini, tá enn ein av hasum nógvu sokallaðu kreppunum herjar.
Fiskivinnutjóðin Føroyar hevur saktans ráð at byggja fiskirannsóknarskip og hava tvey vaktarskip siglandi hvønn einasta dag, jóladag við. Men fiskivinnutjóðin Føroyar raðfestir ikki fiskivinnuna. Føroyar raðfesta eina aðra vinnu, sum tó gevur líka lítið av sær sum fiskivinnan. Føroyar hava ráð til ferðavinnuna.
Og sjálvandi skal hvør skúli vera ein arkitektateknað glæstriborg. Fyri teir pengarnar, sum Marknagilsdepilin higartil hevur kostað, áðrenn spakin, sum skal setast í, er keyptur (hava vit ráð til hann), hevði borið til at fingið 180 frálíkar skúlastovur sum tær nýggju í Hoydølum. Men tað segði raðfestingin ikki. Vit hava ikki ráð.
Raðfesting. Eitt undarligt orð. Prioritering verður eisini sagt, tá tað skal vera fínt, men líka nógv til fánýtis.
Nei, vit siga bara, vit hava ikki ráð. Yvir og farin.
Fólk, sum framvegis knarra um, at alt er so dýrt í Føroyum, keypa ikki í teimum bíligastu handlunum. Tey raðfesta grenjið fram um lágu prísirnar og tilboðini. Vit hava ikki ráð til at liva í Føroyum.
Vit hava ikki ráð til at brúka alla tíð og alla orku til at royna at sannføra øll onnur um, at vit hava ikki ráð.
Hava vit hóast alt ikki ráð, er tað tí, at vit hava raðfest okkurt annað framum. Og vit hava ikki longur deyðarevsing í Føroyum, aðra enn ta, sum helvitisprædikantarnir hótta okkum við hvønn dómadag. Men hana raðfesta vit aftarliga. Vit hava ikki ráð at taka teir, hallelujaprædikantarnar, fyri fult.
Vit hava ikki bara fólkaræði í Føroyum. Vit hava eisini, innflutt úr Danmark, sjálvandi, hundaræði.
Svakir hundar, sum glefsa, bíta og drepa, verða ikki avrættaðir. Tað er synd í teimum, og teimum, sum eiga teir. Hundarnir verða mentalkannaðir. Og niðurstøðan er tann sama hvørja ferð, eigarin hevur skyldina, ikki hundurin.
Og tað ber heldur ikki til at geva hundaeigarum eitur ella eina kúlu í nakkan.
Fittir hundar eru eisini. Men vit noyðast at lata okkum lorthundar og búrhundar lynda.
Tí vit hava ikki deyðarevsing í Føroyum.
Og vit hava ikki ráð at halda hundalógina ella gera eina nýggja.
Samanumtikið eitur einki ikki at hava ráð. Øll hava ráð til tað, sum tey raðfesta fremst. So einfalt er tað, so sera einfalt, at óneyðugt er at brúka fleiri orð um tað, men raðfesta orðini til okkurt annað. Og góð ráð kosta ov nógv.