Úr EB/Streymi til AB

Uppflytararnir av Argjum hava styrkt seg við einum leikara úr EB/Streymi.

AB hevur gjørt sáttmála við verjuleikaran, Árna G. Olsen, sum kemur til felagið úr barndómsfelagnum, EB/Streymi. Tað skrivar AB á heimasíðu sínari í kvøld.


24 ára gamli Árni G. Olsen hevur verið fastur maður á liðnum hjá EB/Streymi, men umstøðurnar eru broyttar, nú hann er fluttur til høvuðsstaðin at búgva.


- Eg havi brúk fyri at royna nýggjar avbjóðingar, nú eg búgvi í Havn og lesi á Setrinum, sigur Árni við heimasíðuna hjá AB.


- AB er eitt spennandi bygdalið, og tí haldi eg at AB er akkurát nakað fyri meg. Eg kenni venjaran og fleiri av leikarunum, so eg eri ikki ókendur ímillum liðfelagarnar, sigur hann.