Úr dokk at sigla

Trupulleikarnir við flogferðsluni koma fleiri ferjureiðaríum væl við. Danska reiðaríið DFDS hevði koyrt ferjuna Dana Sirena, sum siglir millum Esbjerg og Ongland, í dokk til eftirlit, men nú hevur reiðaríið tikið skipið úr dokkini og sett tað aftur í sigling.

-Vit hava lýst við tveimum eykaferðum, men alt er longu útselt, sigur Torben Munk hjá DFDS við danska kringvarpið. Hann væntar, at DFDS kann fáa varandi ágóða av trupulleikunum við flogferðsluni.

-Eg eri sannførdur um, at fleiri av teimum, sum nú noyðast at sigla, fara at sigla við okkum aftur, tí tað halda tað vera hugnaligt, sigur hann við DR.