Rádni setti met

Kvinnurnar í Fuglafirði róðu 1000 metra málið skjótari í kvøld, enn nakar hevur gjørt áður í Hvalvík

Kvinnurnar í Fuglafirði umborð á Rádna eru stórfavorittar at vinna FM heitið. Í kvøld vunnu tær aftur við meiri enn einari bátslongd. Merkisvert var tað, at Rádni í kvøld setti met. Báturin hjá fuglfirðingum tók í kvøld metið, sum Páll Fangi setti fyri fimtan árum síðani – í 2001.

 

Á málinum var Rádni hálva aðru bátslongd undan Sølmundi, sum var meiri enn leysur av Fortuna úr Vestmanna. Páll Fangi endaði á fjórða plássi, og Skúgvur var aftastur.

 

Jarnbardur hjá Róðrafelagnum Knørri var tilmeldaður, men nú eru tað fleiri tímar síðani, at bilurin við bláa bátinum á vágni aftan á sær, sást fara úr Hvalvík.

 

1.Rádni 4.56.01

2. Sølmundur 4.59.07

3. Fortuna 5.06.10

4. Páll Fangi

5. Skúgvur