Kvinnurnar úr Fuglafirði eru framúr til kappróður. Tað hava tær undanfarnu árini víst umborð á 5-mannafarinum Erlu Kongsdóttir, og í dag vístu tær sama sannførandi avrik, tá ið tær fyrstu ferð bjóðaðu seg fram í kappingini millum 6-mannaførini.
Tá ið tær høvdu tikið tíggju tøk, stakk grøni báturin seg undan hinum, og so øktist fjarstøðan frá Rádna og aftur til hinar bátarnar støðugt. Á málinum var fjarstøðan aftur til næstu bátarnar fleiri bátslongdir.
Sølmundur av Glyvrum vísti seg at vera nógv tann drúgvasti í kappingini um næstfermsa plássið, og eftir lakan startspurt róði Páll Fangi úr Klaksvík seg fram á bronsuplássið.
Spenningur hevur verið um, hvussu tað fór at hilnast hjá Jarnbardi hjá Róðrarfelagnum Knørrur, sum áður hevur vunnið so nógv. Fyrstu løtuna var blái báturin væl við, men so dragnaði hann rættiliga nógv og endaði eisini aftanfyri Fortuna og frammanfyri Skúgv.
1. Rádni 05.25.05
2. Sølmundur 05.32.24
3. Páll Fangi 05.38.00
4. Fortuna 05.43.12
5. Jarnbardur 05.44.13
6. Skúgvur 05.49.22