Nógva venjingin undan kappingini hevði gjørt, at røddin var rokin. Hann var hásur og hevði lítla orku at syngja.
? Vit vandu hósdagin og allan fríggjadagin, og tað gjørdi av við røddina hjá mær. Eg kundi kanska havt hugsað um tað og spart meg eitt sindur, men tað er ringt at venja uttan sangara, segði Ólavur.
? Røddin sveik mest, meðan eg var á pallinum, og eg noyddist at broyta nógv av løgunum, tí eg hevði ikki luft til at syngja, sum eg skuldi.
Ólavur Olsen gongur á konservatorii í Århus, og hann spælir eisini í bólkinum Take Off, sum í hesum døgum er í studio, har teir taka eina fløgu upp, sum kemur út í Føroyum í vár.