Dia Ellindsson, Runavík
Henda yvirskrift er ætlað til allar tær rappkjaftaðuu kvinnurnar, sum siga seg vilja javnstøðu, líkarætt og umboðan á tingi.
Hvar eru hesar, tá tað kemur til uppstilling til komandi løgtingsval? Tær halda seg burtur. Kjafturin er læstur. Hví vísa tær seg ikki? Hví bjóða tær seg ikki fram?
Jú, spurningarnir eru nógvir.
Ongi mannfólk fara at forða tykkum í hesum. Tit eru hinvegin meira enn vælkomnar á lista. So vita tit tað.
Vónandi finst ongin rædda Maria aftan á hetta lesarabræv.
Hetta er galdandi fyri allar kvinnur, líka frá uttasta høgra og longst til vinstru.










