Ræðast ikki ta sponsku fluguna

GØTA: Hesa seinastu vikuna hava fólk í Losjan Glotti spælt skemtileikin “Spanska Fluga”.

Byrjað varð leygardagin fyri fullum húsi, og soleiðis hevur næstan verið støðan alla hesa vikuna, tí fleiri av sýningunum hava somuleiðis verið útseldar.

At spæla sjónleik í Gøtu er gamalt, tí longu í 1923 var fyrsti sjónleikurin spældur her, og síðani hevur verið framført mangt og hvat, bæði til gaman og álvara.

Til tess at samskipa henda partin av virkseminum í Losjuni, er skipað ein sjónleikaradeild, og tað er hagani at leikarar eru fingnir til vega til teir 12 leikararnar, umframt tey mongu hjálparfólk teirra.

Leikurin “Spanska fluga” fer fram fyri 100 árum síðani, og er ein leikur um kærleika og misskiljingum soleiðis at alt gerst ein fløkja sum so leikurin roynir at greiða.

Leikstjóri er Ria Tórgarð, og tað eru pápi hennara, Axel Tórgarð og Janus Mohr sum týddu leikin til føroyskt.