Úr ALS við prógvi í hond

- Hetta er ein sera góður dagur í søguni hjá ALS, segði stjórin í Arbeiðsloysisskipanini, Ernst Jacobsen, á samkomu í Kvøldskúlanum í Havn fríggjadagin í farnu viku. Tá fingu14 ungfólk í ALS-skipanini stakgreinaprógv á 10. floksstigi handað.

Tað hevur tikið eina tíð at fyrireika hesa ætlanina, men nú er so komið á fyrsta málið. Úrslitið av strembanini hjá ALS at fáa førleikament arbeiðsleys hevur verið at skipa fyri sínum fyrsta tríggjar mánaðar skeiði í føroyskum, enskum og støddfrøði á 10. floksstigi í samstarvi við Kvøldskúlan í Havn og Mentamálaráðið.

Tað vóru kortini tey sum hildu at hetta fór at vera eitt trupult stig at taka, men nú kundi Ernst Jacobsen staðfesta, at tey høvdu møtt stórari vælvild frá Kvøldskúlanum, við at útvega royndar lærarar, høli og við at umsita útbúgvingina.

14 næmingar hava fingið prógv eftir at hava staðið eitt strævið og krevjandi skeið, sum hevur stimbrað teir til at koma víðari. Summi ætla sær til dømis í handilsskúla. Onnur ætla sær á HF, og samanumtikið ætlað øll sær okkurt á leiðini framá í samfelagnum.

Sagt verður, at næmingarnir hava ið hvussu er slept ætlanini um at dvølja í ALS-skipanini, tí eingi onnur útlit eru fyri eini virðiligari tilveru. Henda tilvera er nú vend til eina framasøkjandi stremban eftir at koma víðari.

Tríggjar mánaðaskeiðið í føroyskum, enskum og støddfrøði byrjaði í november í fjør og endaði seinast í februar, og fríggjadagin fóru 14 næmingar heim við hvør sínum prógvi. Teir hava staðið eitt skeið, sum eftir øllum at døma verður aftur. Í hvørjum líki tað verður aftur, fara eftirmetingarnar at vísa.

Mynd: Teir fegnu næmingarnir við prógvi í hond:

Aftast frá vinstru:, Henningur Juul, Georges Rouah, Rógvi Nolsø, Birita Kjærbo, Helena Rubeksen, Kristina Kapilin, Óli Andreasen

Fremst frá vinstru:  Fríðgerð Finnsdóttir, Gunnhild Jacobsen, Hannah Hansen, Paula Jóannesdóttir, Rakul Johannesen (Ása Skorá væntar á myndini)