Eftir tvey umfør hevur B36 fult stigatal. Fríggjakvøldið vóru líkindini so mikið vánalig, at tað bar ikki til at spæla á Argjum. Tíðliga seinnapartin leygardagin bar betri til, hóast lotið var rættiliga frískt.
B36 vann 2-1, og stóri maðurin millum sigursharrarnar var miðvallarin Róaldur Jakobsen, sum skoraði bæði málini. Merkisvert var tað, at bæði málini vórðu skorað úr stórari fjarstøðu. Hitt fyrra við framúr fluktara úr 25 metrum, og hitt seinna av brotsteigarmarkinum.
Lítla løtu undan steðginum javnaði Jobin Drangastein fyri AB eftir innlegg úr vinstru frá Beiniri Ellefsen. Tá kendist tað sum um, at AB var omaná, men eftir steðgin var tað aftur B36, sum stýrdi.
Róaldur Jakobsen var sum vera man fegin, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
– Tað er ikki á hvørjum degi, at eg skori tvey mál og haraftrat við langskotum. Eg eri væl nøgdur, og sjálvandi hevur tað alt at siga, at vit hava vunnið øll stigini í tættari uppgerð undir ikki serliga góðum umstøðum, sigur Róaldur Jakobsen.
Hvussu upplivdi tú málini?
– Tað fyrra var úr 25 metrum. Bólturin varð klareraður av baklinjuni og datt í boga fyri føturnar á mær. Tá ið eg smekkaði til, hevði bólturin fyrst kós mitt í málið, men so snarðai hann út ímóti stólpanum. Í seinna førinum var tað eftir fína fríspæling frá Adeshina Lawal.
Í 1. hálvleiki hevði B36 eisini betri tak á, hóast heimaliðið hevði vindin undan. AB venjarin Bill Jacobsen heldur seg hava frágreiðingina upp á, hví tað vignaðist betri hjá gestunum enn hjá heimaliðnum:
– Teir hava fleiri royndir, enn okkara menn hava. Teir vita, hvat tað snýr seg um, og teir hava spælarar, ið evna at varðveita bóltin, hóast umstøðurnar ikki eru góðar. Eg hugsi her um eitt nú Jákup á Borg, Lukasz Cieslewich og Adeshina Lawal. Vit gjørdu mistøk í verjuspælinum, og tað sektaðu teir. Í Róaldi høvdu teir mannin, sum avgjørdi. Vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at teir vóru omaná hesa ferð, og so mugu vit mánadagin fara at venja meiri, segði AB venjarin.
Hvussu mundi tað verið, um meiri spurdist burturúr, tá ið Cristian í Garði legði væl innfyri?
– Tað kunnu vit ikki brúka til nakað uttan tað, at vit kunnu fegnast um, at vit spældu okkum til onkrar møguleikar.
Róaldur Jakobsen var samdur við AB venjaranum:
– Tað líkaði okkum væl, at vit í 1. hálvleiki høvdu vindin ímóti. At teir skoraðu dygst undan steðginum harmaðust vit um í eina løtu, men so tóku vit okkum saman aftur, og eg haldi, at vit í 2. hálvleiki arbeiddu væl og nógv í øllum ketunum. Tað bar sigurin við sær, og tað fegnast vit um.