Róaldur: 72 metrar á mál

Skotið hjá Róaldi Jakobsen verður mett at verða skotið úr 72 metrum

Róaldur Jakobsen skoraði í gjár eitt av teimum minniligastu málunum í føroyskum fótbólti, tá hann sendi B36 í steypafinaluni við skoti, sum nú verður mett at verða úr 72 metrum.

 

Tað var í evstu løtu, at Róaldur Jakobsen fekk fatur á bóltinum. Teitur M. Gestsson, málverji hjá HB, stóð langt úti úr málinum, tí HB trýsti fyri at fáa mál. Miðvallarin sendi bóltin allan vegin í málið til 3-2.

 

Á kjakbólki hjá White Tigers, sum er fjepparafelagið hjá B36, skrivar Óli Djurhuus, at tað sambært Google Maps eru 72 metrar á mál.

 

- Linjan á vøllinum, tá Róaldur Jakobsen skjýtur er árakað við strikuna á tekniska økinum hjá HB. Vøllurin er 105 metrar langur, og út frá Google Maps er tað 72 metrar, skrivar Óli Djurhhus

 

In.fo hevur sett sær fyri, at eftirkanna frástøðuna í næstum. B36 skal møta NSÍ í steypafinaluni, sum verður á Tórsvølli 26. august.