Þór aftur til Íslands

Alt gekk eftir ætlan, tá íslendska vaktar- og bjargingarskipið Þór var royndartúr úti fyri Bergen um vikuskiftið. Skipið, sum er bygt í Kili, hevur havt trupulleikar við øðrum høvuðsmotorinum, síðani tað kom til Íslands í heyst, og nú hevur Rolls Royce í Noregi umvælt brekið.

Íslendsku fjølmiðlarnir siga, at á royndartúrinum, sum vardi 12 tímar, var alt í lagi við báðum motorunum, og at skipið gekk 20,1 míl, sum er eina míl skjótari enn frammanundan.

Eftir ætlanini fer Þór aftur til Íslands í vikuni. Skipið hevur verið í Noregi síðani 9. febuar.