Úr 26 niður í 6 fráferðir um vikuna

Flogferðslan til og úr Føroyum er ógvuliga avmarkað í løtuni. Fólk halda seg veruliga aftur, verður sagt hjá Atlantsflog

Korona hevur rakt ferðsluna til og úr Føroyum sera meint, og hetta merkja tey sera væl hjá Atlantsflog.

-       Fólk halda seg aftur við at ferðast. Tað eru næstan bara hesi, sum vit kalla “must go” ferðafólkini, sum til dømis arbeiða aðrastaðnis, sum ferðast, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.

 

Flúgva aftur beinleiðis til Noregs

Í eina tíð hevur Atlantsflog flogið nakrar ferðir til Danmarkar umvegis Noreg, so at til dømis arbeiðsfólk, sum arbeiða í Noreg, kundu komið við á teimum rutunum, men hetta er nú broytt.

-       Vit hava nú skipað eyka flúgving til Noregs, so man flýgur beinleiðis nú. Tað eru herdu krøvini hjá bæði Danmark og Noreg, sum eru orsøk til hetta. Tað eru tillagingar allatíðina, og tí er ferðslan eisini øgiliga avmarkað, sigur Jóhanna á Bergi.

Hon greiðir frá, at í løtuni eru seks fráferðir og seks komur til landið um vikuna við flogfari, og í løtuni verður hugt eftir, um hetta skal tillagast enn meiri.

-       Tú kanst so samanbera tað við, at sama tíðarskeið í fjør høvdu vit 26 fráferðir og 26 komur um vikuna. Og vit fara møguliga at lækka talið av fráferðum enn meiri. Tað er ikki óhugsandi, sigur stjórin í Atlantsflog.

Jóhanna á Bergi greiðir frá, at tey hava regluligt samskifti við reiðaríir og aðrar fyritøkur, sum hava fólk, ið starvast uttan fyri landoddarnar fyri at kunna loysa avbjóðingar best møguligt.

-       Hetta er strævið, men nú er so ein glotti fyri framman, nú vit eru byrjað at koppseta, men hetta gjørdist væl drúgvari, enn vit høvdu væntað, sigur Jóhanna á Bergi at enda.