Úr 12 í 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku

Løgtingið hevur í dag samtykt uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum um sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku. Eitt samt løgting hækkaði karmin við 4,5 milliónum krónum, sum merkir, at tað nú vera bygdar 16 íbúðir eystan Heyg í Havn. Hetta fegnast landsstýriskvinnan um.

Løgtingið samtykti í dag at hækka játtanina til byggingina av sambýli til fólk við sálarsjúku úr 16,8 í 20,3 mió. krónur. Hetta merkir, at bygdar verða fýra íbúðir aftrat eystan Heyg í Havn. Tilsamans vera nú 16 íbúðir.

Upprunauppskotið var at byggja 12 íbúðir. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fegnast um, at eitt samt Løgting hevur hækkað játtanina undir tingviðgerðini soleiðis, at rúm bleiv fyri 16 íbúðum til fólk við sálarsjúku.

Byggingin er farin í gongd. Íbúðirnar verða avhendaðar í apríl 2014.