Løgreglan í Keypmannahavn handftók í morgun Henrik Qvortrup, fyrrverandi blaðstjóra á Se og Hør, og rannsakaði íbúð hansara á Frederiksberg.
Hann varð latin leysur stutt eftir, men skal seinnapartin til avhoyringar um sín leiklut í teirri sokallaðu Se og Hør-gøluni.
Se og Hør keypti í fleiri ár upplýsingar frá einari keldu, sum millum annað hevði atgongd til at fylgja við, hvussu fólk í kongshúsinum og ymsir aðrir kendir danir brúktu gjaldskortini.
Henrik Qvortrup var blaðstjóri á Se og Hør frá 2002 til árslok í 2008. Hann hevur umvegis sakførara sín noktað seg sekan.
Frammanundan eru tíðindamaðurin Ken B. Jørgensen og útgávufelagið Aller skuldsett í Se og Hør-gøluni.