25 ára gamli Lasse Qvist, sum seinast hevur leikt við Víkingi, hevur gjørt sáttmála við FC Helsingør.
Tað skrivar bold.dk.
Hann hevur áður leikt við feløgum sum PSV, FC Keypmannahavn og Lyngby, áðrenn tað gjørdist til tvey ár í Nordvest FC. Seinasta kappingarár var hann um heystið hjá Næstved og í vár hevur hann so leikt fyri Víking, har hann hevur skotið tvey mál.
Nú skal hann so royna seg í aðru deild eystur í FC Helsingør.
Liðið frá norðursælandi hevur ætlanir um gott kappingarár og hevur styrkt seg við fleiri leikarum, teirra millum sum nevnt Lasse Qvist.