Quizkongurin presenterar bólkarnar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr prátið Annika Kunoy Im gjørdi við Kristian Joensen, sum presenterar bólkarnar á summarfestivalinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Annika Kunoy Im gjørdi í beinleiðis sending við Kristian Joensen, sum mong kenna, sum tann stóra quizkongin, sum dugir sera væl at reika fyri spennandi og fjøltáttaðum spurnarkappingum.

 

Kristian er tó at síggja - og hoyra - í einum øðrum leikluti á summarfestivalinum í Klaksvík. Hann skal nevnliga presentera bólkarnar, sum fara á pall á summarfestivalinum. Kristian er eisini vallarvarpari (stadionspeakari) hjá KÍ, og er tí ikki óvanur við ein leiklut, har nøvn skulu presenterast við entusiasmu.