Quick-poll: Tað almenna skal gera tunnilin

Sambært quick-poll kanning her á in.fo, so er tað ein meiriluti, sum heldur, at tunnilin undir Tangafirði og Skálafirði skal gerast. Men tað skal ikki gerast av einum privatum felag, men av einum almennum felag, so sum allir andstøðuflokkarnir mæla til, eins og Janus Rein, uttanflokkatingmaður og samgongutingmenninir Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen.

 

Nú skal ein slík kanning sjálvandi takast við øllum teimum fyrivarnum, sum eru við slíkum kanningum. Men kanska hon kortini gevur eina ábending um, hvat fólk halda um, at politikarar skulu gera, nú teir í morgin fara at viðgera fleiri uppskot um sama tunnil.

 

Eisini tú kanst atkvøða – tað gert  tú ovast á forsíðuni á in.fo, at tú kanst velja ímillum, um tunnilin:

 

Skal gerast av privatum felag?

 

Skal gerast av almennum felag?

 

Skal IKKI gerast?

 

Atkvøðugreiðslan SÆST HER