Quarter to Three aftur á skránni

Teir eru frammi við nýggjum løgum og spæla til FMA um vikuskiftið, eins og á SF í summar.

Klaksvíksbólkurin Quarter to Three ger javnan um seg. Javnan er bólkurin frammi við nýggjum tilfari, og soleiðis er eisini nú.

 

Bólkurin fer á pall til FMA tiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.

 

Greitt er eisini, at Quarter To Three spælir á Summarfestivalinum í summar.

 

Quarter hava sum sagt aftur verið í upptøkuhølunum, og eitt av úrslitunum er lagið The stage.

 

Til ber at hoyra lagið her: https://www.youtube.com/watch?v=TLPS29KcwW4  

 

 

THE STAGE

 

Orð og Lag: Dánjal Kjærbo

Sang og Akk Guitar: Dánjal Kjærbo

El.Guitar: Petur Hans Niclasen

Bass: Jógvan Fróðin Baldvinsson

Trummur: Jens Pauli Joensen

Klaver: Magni Husgaard

 

 

Upptøkur: Magni Husgaard

Ljóðblandað: Erik Biskopstø

Video: RACLIP