Sjey ákærur um ognarskapin av argentinska miðvallarleikaranum, Alejandro Faurlin, tá OPR keypti hann í 2009, kann enda við at stig verða tikin frá nýkosna PL-felagnum. Hoyringarnar byrjaðu í dag, og fyrrverandi stjórin fyri FA, Mark Palios, roknar við, at málið endar við at Queens Park Rangers verður frátikið stig. 15 stig verða nevnd, og hendir tað, missir felagið tann Premier League status, sum liðið vann leygardagin.
Missir felagið 15 stig, rúka teir niður á 73, men tað er tó framvegis nóg mikið til at spæla við í play-off dystunum.
Málið snýr seg í høvuðsheitinum um, hvør hevur ognarskapin av leikaranum, og illgruni er um, at QPR hevur gjørt avtalu við triða part um fíggjarligu viðursiftini við Alejandro Faurlin.
Málið minnir um málið um Carlos Tevez, har eitt handilskonsortium átti ræðisrættin á leikaranum.
QPR noktar fyri, at nakað óregluligt er farið fram.