Tað var eitt »freak« sjálvmál, sum setti Liverpool í gongd móti Arsenal á Emirates. Ignasi Miquel skuldi sparka burtur, men rakti Aaron Ramsey so bólturin sigldi í málið. Og í seinastu minuttunum kundi Luis Suarez so sláa siguri fastan.
Chelsea hevði stórar trupulleikar við at hála sigurin í land móti WBA, sum enntá kom framum, tá Shane Long gjørdi sær dælt av einum stórum mistaki frá Alex í Chelsea verjuni, men fyrst Anelka og síðani landsmaðurin Malouda syrgdu fyri fyrsta sigrinum til Andre Villas-Boas.
Við einum vøkrum frísparki syrgdi Ryan Taylor fyri, at Newcastle á útivølli vann Tyne-Wear derbyið móti Sunderland á útivølli, meðan uppflytararnir úr Swansea fingu fyrsta stigið við einum málleysum javnleiki á heimavølli móti Wigan.
Aston Villa vann móti Blackburn við 3-1, men mest óvæntaða úrslitið kom á Goodison, har Everton tók ímóti uppflytarunum úr QPR. Við góðum máli syrgdi Tommy Smith fyri, at London-liðið kundi fara til hús aftur við trimum stigum.
Arsenal-Liverpool 0-2
0-1 Ramsey (sm)
0-2 Luis Suarez
Aston Villa-Blackburn 3-1
1-0 Gabriel Agbonlahor
2-0 Emile Heskey
2-1 Morten Gamst Pedersen
3-1 Darren Bent
Chelsea-West Brom 2-1
0-1 Shane Long
1-1 Nicolas Anelka
2-1 Florent Malouda
Everton-QPR 0-1
0-1 Tommy Smith
Sunderland-Newcastle 0-1
0-1 Ryan Taylor
Swansea-Wigan 0-0