Klokkan 19.15 spælir danska kvinnulandsliðið fyrsta dystin hjá sær í EM-endaspælinum í Makedonia. Talan verður um eitt sterkt mótstøðulið í kvøld, nevnliga Frakland. Stóri meirilutin av teimum, sum hava veddað um dystin hjá Danske Spil hava sett pening uppá, at Danmark tapir dystin.
Danski venjarin, Jan Pytlick hevur tó væl betri vónir, enn tey sum vedda um dystin. Hann sigur, at tað kitlar í búkinum, men hann hevur fyrr upplivað, at tað hevur verið størri spenningur, áðrenn eitt endaspæl. - Eg haldi vit hava fyrireika okkum væl, og eg kann merkja á gentunum, at hýrurin er góður í hópinum. Eg síggi eisini á teimum meira tilkomnu spælarunum, sum hava roynt nógv í hondbólti, at tær eru fattar og róligar. Og tað ger eisini meg róligan. Staðfestir Jan Pytlick yvirfyri danska TV2.
Stóri spenningurin er eisini, hvussu tær sjey ungu kvinnurnar, sum eru við í sínum fyrsta endaspælið fyri A-landslið nakrantíð, fara at standa seg í kappingini. - Eg merki ikki nakað serligt á teimum ungu, men eg kenni tær ikki so væl enn. Ein skal hava arbeitt saman við fólki í eitt longri tíðarskeið, fyri at vita hvussu tey bera seg at í pressaðum støðum. Men tað tykir mær, at tær ungu taka tað friðarligt og róligt til dystin í kvøld. Eg merki veruliga, at spælarnir gleða seg til dystin. Staðfestir Jan Pytlick.
Tey, sum hava atgongd til Televarpið, kunnu síggja dystin millum Danmark og Frakland á danska TV2, sum byrjar sendingina kl. 19










