Pylsuvognar í yvir 70 ár

Ein partur av Havnarsøgu eru teir sokallaðu pylsuvognanir. Í dag hava vit eina stutta grein við myndum, sum lýsa ein part av søguni. Eisini fara vit at heita á fólk um at koma við upplýsingum og myndum

Pylsuvognar

Á Ólavsøku í ár, eru tað 71 ár síðani fyrsti pylsuvognurin sást á Havnargøtum.
Í 1935 søkti frú A. C. Djurhuus býráðið um loyvi at selja heitar pylsur á gøtuni um ólavsøkuna. Eftir at býráðið hevði viðgjørt umsøknina, varð henni játtað søluloyvi. Um frú A. C. Djurhuus bert hevði pylsuvognin ta einu Ólavsøkuna, vita vit ikki. (Veit nakar hvør frú A. C. Djurhuus var ?)

Annar pylsuvognurin sum kom til Havnar, var tann hjá Heina Jacobsen, "Heina í Kjøt" sum hann varð róptur, tann pylsivognurin kom í 1946. Heini Jacobsen keypti pylsuvognin frá donsku fyritøkuni "Holberg", hetta var ein sokallaður "ein manns pylsuvognur" á hjólum, pláss var bert fyri einum persóni inni í vogninum. Tey fyrstu nógvu árini var pylsuvognurin bert opin dansikvøld og so á ólavsøku, sjálvandi. Vanliga stóð pylsuvognurin á horninum Áarvegur/Tinghúsvegur, framvið garðinum hjá Lützen, men á ólavsøku ráddi um at vera har fólkið var, og tí var Heini í Gundadali, tá fótbóltur var, og á bryggjuni meðan kappróðurin var.
Í 1958 lat Andreas Johansen, róptur "Lítli" og seinni Emly Johannesen upp pylsuvogn í Kommunuskúlagarðinum (tað er har sum parkeringsøkið oman fyri Býráðshúsini er í dag).

So hvørt sum pylsuvognarnir blivu fleiri, vaks útboðið. Frá 1935 og til 1958 var bert møguleiki at keypa kókaðar pylsur (tey fyrstu árini bert við sinnop, ketchup kom ikki fyrr enn seinni), men í 1959 komu steiktu pylsurnar eisini. Sum tíðin leið øktist útboðið, her skal nevnast, at í 1967 varð fyri fyrstu ferð steiktur "kyllingur" at fáa.
Í 1960 bleiv ungdómurin í Havn "amerikaniseraður". Danin Bent Lynge Olsen lat upp fyrsta "búff" vognin í Havnini, og fyri fyrstu ferð kundu havnarfólk keypa "búff" og "Coca-Cola" (cola kom fyrstu ferð til landið í 1960). "Búffvognurin hjá Bent" (soleiðis bleiv hann róptur millum havnarfólk) stóð framman fyri Gamla Kommunuskúlan (har sum traðarmaðurin stendur í dag).

Í 60-unum bleiv býtt eitt sindur um uppá teir ymisku pylsuvognarnar, eina tíð stóðu ikki minni enn tveir pylsuvognar framman fyri "Gamla Kommunuskúlan".
Tá Tórshavnar Býráð í 1969 tók stig til at fríðka um økið framman fyri "Gamla Kommunuskúlan", blivu teir báðir pylsuvognarnir sum har stóðu, fluttir oman á keiøkið, nakað framman fyri "Stefanson's hús", og seinni aftur bleiv tann eini vognurin fluttur longur út á havnaøkið, har hann stendur enn.
Hettar var ein partur av søguni um pylsuvognarnar í Havn.

Uttan iva eru tað nógv fólk av bygd, sum í dag minnast aftur á teir dagar, tá tey sum børn fóru til Havnar á ólavsøku, og hæddarpunktið vóru tær reyðu pylsurnar á Vaglinum. Um onkur hevur viðmerkingar, so ring til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647.

PYLSUVOGNAR ER IKKI NAKAÐ FÓLK VANLIGA TAKA MYND AV, TÍ ER TAÐ ILLA STATT VIÐ PYLSUVOGNAMYNDUM Í HAVN. EG FARI AT HEITA Á FÓLK Í BÝ OG Á BYGD, UM AT SIGA FRÁ, UM TEY MØGULIGA HAVA ONKRA MYND, HAR PYLSUVOGNAR AV EINARI ELLA AÐRARI ORSØK HAVA SNÍKT SEG UPPÁ MYNDINA. UM SO ER AT ONKUR EIGUR EINA SLÍKA MYND, SO RING ENDILIGA á tlf. 314647 ella 214647.