Hátøkniliga virkið, sum fer at framleiða laksapylsur og laksaburgarar, liggur í Nesset á norsku oynni Frøya. Virksemið er eitt samstarv millum alifyritøkuna Kverva og veitaran Mills, ið er kent fyri sínar dygdarvørur.
Virkið hevur kostað 40 miljónir norskar krónur, og nú fer Mills at brúka heilar 20 miljónir norskar krónur til marknaðarføring av nýggju framleiðsluni.
Tá virkið læt upp, var tað ríkisskrivarin í heilsu-og umsorganarráðnum, Arvid Libak, sum klipti eitt pylsuskinn – og læt virkið upp alment.
Nýggja virkið á oynni Frøya fer at framleiða skjótar døgurðarættir sum pylsur og burgarar við laksi sum rávøru.
Tað er Fiskeribladet Fiskaren, sum ber hesi tíðindi á síni felags heimasíðu.