Pylsu-Jan er suppukongur

Tiltikna fiska-suppan hjá Prima-fisk er at fáa hjá gestunum á Mítt-Land

 

 

Partur av konseptinum kring Mítt Land er eisini ein festival-køkur. Pylsur, kaffi, popcorn og meira av tí lættara slagnum er sjálvandi at fáa, men hartil hava festival-gestirnir eisini møguleika at royna fiskasuppuna hjá Prima-fisk.

 

Tað er Jan Petersen, sum stendur fyri suppuni, og fyri hann er tað nakað nýtt, nú hann av fleiri verður kallaður suppukongur. Áður hevur eyknavnið heldur verið Pylsu-Jan, tí seinastu 10 árini eru tað fiskapylsurnar, sum hann hevur fingist mest við. Sjálvur tykist Jan tó ikki hava nakað ímóti hesum, og sum hann tekur til, so verða pylsurnar eisini nýttar í suppuni.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist samrøðan, sum Evi Tausen hevði við Jan Petersen, tá tey fyrr í dag riggaðu til festivalin.