Sponsku heimsmeistararnir fáa ikki Carles Puyol úr FC Barcelona við í EM-hópin í summar. Hetta gjørdist greitt í dag, eftir at hann varð nærri kannaður fyri ein knæskaða, sum hann fekk í 4-0-sigrinum hjá FC Barcelona ímóti Espanyol um vikuskiftið.
Carles Puyol skal nevniliga skurðviðgerast leygardagin og má tá hvíla tær næstu seks vikurnar. EM byrjar um júst ein mánaða, neviliga 8. juni.
- Hetta er ein risa stórur hvøkkur fyri okkum. Vit eru sum sligin á nevið. Puyol er ein lyklaleikari hjá okkum við sínum royndum og sínum dirvi, sigur spanski hjálparlandsliðsvenjarin, Toni Grande, við sponsk bløð í dag.
Spania er í bólki saman við Italia, Írlandi og Kroatia.











