Longu týsdagin boðaði Tucker Carlson frá, at hann skuldi gera samrøðu við Putin. Tað var tó ikki váttað fyrr enn mikudagin av stýrinum í Russlandi. - Foto: Tucker Carlson Network/Reuters

Putin: Vit gera ikki innrás í Pólland ella Lettland

Russland hevur »ongan áhuga« í at senda russiskar deildir í eitt nú Pólland, sigur Putin í samrøðu.

 

Longu týsdagin boðaði Tucker Carlson frá, at hann skuldi gera samrøðu við Putin. Tað var tó ikki váttað fyrr enn mikudagin av stýrinum í Russlandi. - Foto: Tucker Carlson Network/Reuters

Russiski forsetin, Vladimir Putin, vísir aftur, at Russland fer at gera innrás í Pólland ella Lettland. Tað sigur hann í samrøðu við amerikanska journalistin Tucker Carlson.

– Bara um Pólland skuldi lopið á Russland. Vit hava ongan áhuga í Póllandi, Lettlandi ella nøkrum øðrum, sigur Putin.

– Hví skuldu vit gjørt tað? Vit hava simpulthen ongan áhuga (í eini innrás, red.). Tað er fullkomiliga útilokað.

Samrøðan varð gjørd týsdagin og almannakunngjørd í um 23 tíðina í kvøld, hóskvøldið.

Tað er fyrstu ferð, at ein journalistur úr Vesturheiminum hevur samrøðu við russiska forseta, síðani Russland gjørdi inn rás í Ukraina í februar í 2022.

Tucker Carlson hevur áður í fleiri ár verið vertur á politiska talkshowinum »Tucker Carson Tonight« á konservativu amerionsku sjónvarpsrásini Fox News.

Hann hoyrir sjálvur til politiska høgraveingin í USA og er kendur fyri millum annað at bera víðari konspiratiónsteoriir og at hava stuðlað fyrrverandi forsetan, Donald Trump.

Í samrøðuni ljóðar eisini frá Putin, at russisk tap í Ukraina sambært fatan forsetans er »ómøguligt«.

– Tað hevur verið tosað um at vinna strategiskt á Russlandi á vígvøllinum. Eftir míni fatan er tað per definitión ógjørligt. Tað fer ongantíð at henda, sigur hann.

Kríggið hjá Russlandi í Ukraina hevur skjótt vart í tvey ár. Russiskar deildir fóru inn í grannalandið 24. februar í 2022.

Síðani fóru nógvur vesturlendskir journalistar úr Russlandi. Tað var tí, at serliga strangar reglur eru um, hvussu miðlar og journalistar skulu skriva um kríggið hjá Russlandi í Ukraina.

Um journalistar í Russlandi spreiða »følsk tíðindi« um kríggið í Ukraina, kunnu teir fáa upp til 15 ára fongsul. Kríggið mátti annars ikki umørðast sum kríggj ella innrás.

Russiska stýrið umrøður innrásina í Ukraina, sum landið byrjaði í februar í 2022, sum eina »serliga hernaðarliga operatión«.

/ritzau/

 


 

 

Longu týsdagin boðaði Tucker Carlson frá, at hann skuldi gera samrøðu við Putin. Tað var tó ikki váttað fyrr enn mikudagin av stýrinum í Russlandi. - Foto: Tucker Carlson Network/Reuters