Russiski forsetin, Vladimir Putin, vil ikki ynskja nýggja bretska forsætisráðharranum, Rishi Sunak, tillukku.
Í einum boðum frá forsetaskrivstovuni framgongur, at russiski forsetin vil ikki ynskja einum stjórnarleiðara í einum "óvinarligum" landi tillukku.
Tað skrivar tíðidastovan AFP.
Eftir at Russland fór í álopskríggj móti Ukraina hin 24. februar, hevur landið sett eina røð av londum á ein lista yvir "óvinarlig" lond.
Millum lond, sum eru á hesum lista hjá russum, eru eitt nú Bretland, Danmark, Noreg, USA og ES sum felagsskapur.











