- Russiskar familjur mugu fáa í minsta lagi tvey børn, helst trý.
Tað var greiði boðskapurin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, tá hann í dag vitjaði eina vápnaverksmiðju í Ural-regiónini.
- Skulu vit yvirliv sum tjóð - ella sum tjóð, ið fær Russland at veksa - mugu familjur í minsta lagi fáa tvey børn, segði forsetin á vápnaverksmiðjuni í dag.
Russland hevur verið fyri stórum tapum, síðan landið gjørdi innrás í Ukraina fyri skjótt tveimum árum síðan, men myndugleikarnir í landinum vilja ikki siga, hvussu mangir hermenn eru falnir á hermótinum.
Fleiri hundraðtúsund russar eru eisini flýddir úr landinum - fleiri av ótta fyri at verða kallaðir til hertænastu.
- Um russiskar familjur ikki fáa fleiri børn, fer fólkatalið av minka, staðfesti russiski forsetin, sum legði aftrat, at skal fólkatalið veksa, er neyðugt, at russiskar familjur í minsta lagi fáa trý børn.
Sambært russiskum hagtølum var íbúgvaratalið í Russlandi við árskiftið 146,4 miljónir. Fyri 20 árum síðan var fólkatalið slakar 149 miljónir.
- Íbúgvaratalið í Russlandi er kortini økt, síðan tað rakti botnin árini millum 2007 og 2012, tá 143 miljónir fólk búðu í Russlandi, vita útlendskir miðlar at siga í kvøld.