Putin vardi russisku vápnasøluna

Russiski forsetin, Vladimir Putin, vardi í dag russisku vápnasøluna, og hann segði, at bara ST kann seta reglur fyri, hvør skal sleppa at keypa vápn, og hvør ikki skal.

Orðini hjá forsetanum hava samband við, at Russland hevur verið fyri hvøssum atfinningum, tí sýriski stjórnarherurin sleppur at keypa vápn haðani. Putin nevndi ikki Sýrialand, men segði, at Russland avger sjálvt, hvar tað keypir vápn, og hvørjum tað selir vápn.

Eygleiðarar vóru ikki í iva um, at orðini vóru ætlað sum svar upp á atfinningar úr londum, sum vilja hava Russland at sleppa stuðlinum til Bashar al-Assad, forseta í Sýrialandi.