Tær fyrstu forsagnirnar søgdu, at flokkurin hjá Vladimir Putin, forsætisráðharra hevði mist meirilutan í russiska tjóðartinginum á valinum í gjár, men tey seinastu tølini vísa, at flokkurin varðveitir meirilutan, hóast hann hevur mist nógvar veljarar.
Tá 96 prosent av atkvøðunum vóru taldar í morgun, hevði Sameint Russland, sum flokkurin hjá Putin, eitur, fingið 238 av teimum 450 tinglimunum og sostatt tryggan meiriluta. Tað er kortini ein stór afturgongd, tí undan valinum hevði flokkurin 315 tinglimir.
Tann størsti andstøðuflokkurin er Kommunistaflokkurin við 92 tinglimum, og síðani hava Eitt Rættvíst Russland og Liberaldemokratarnir fingið ávikavist 64 og 56 umboð á ting.
Afturgongdin hjá Putin og hansara flokki ger, at flokkurin hevur ikki longur tveir triðingar av tinginum, sum er neyðugt, um hann skal broyta stýrisskipanina. Men eygleiðarar í Moskva siga, at Eitt Rættvíst Russland plagar at styðja stjórnarflokkin, og tí kann flokkurin hjá Putin fáa tær neyðugu atkvøðurnar, um hann ætlar at broyta stýrisskipanina.









