Flokkurin hjá Vladimir Putin, Sameint Russland, fekk 63,6 prosent av atkvøðunum á russiska tjóðartingsvalinum í gjár Bara tríggir aðrir flokkar rukku upp um minstamarkið. Liberaldemokratarnir fingu 9,6 prosent av atkvøðunum, og Eitt Rættvíst Russland datt inn um markið við 7,2 prosentum. Minstamarkið er 7,0 prosent.
Hesir báðir flokkarnir styðja Vladimir Putin og Sameint Russland, og tilsamans hava teir tríggir flokkarnir umleið 400 av teimum 450 tinglimunum.
Triði flokkurin, sum fekk umboð í tjóðartingið, er Kommunistarnir. Flokkurin fekk 11,3 prosent av atkvøðunum og umleið 50 tinglimir.
Kommunistaflokkurin er tann einasta veruliga andstøðan í russiska tinginum.