Putin væntar ongar politiskar broytingar um Trump vinnur

Putin heldur, at tað ikki vera stórvegis broytingar í russlandspolitikkinum hjá USA, um Trump vinnur valið

Russiski, Vladimir Putin, hitti í dag atljóða tíðindastovur. - Foto: Vladimir Astapkovich/Reuters

Russiski forsetin, Vladimir Putin, væntar ikki nakrar stórvegis broytingar í russlandspolitikkinum hjá USA, um Donald Trump vinnur forsetavalið.

Tað segði Putin í dag í Sankta Pætursborg, har hann hitti redaktørar úr altjóða tíðindastovum.

– Tað halda vit ikki.

– Í veruleikanum eru vit líka glað, segði hann, tá Reuters spurdi hann, um hann helt, at úrslitið av amerikanska valinum fór at gera mun fyri russisku stjórnina.

Tað skrivar tíðindastovan.

Forsetin ákærdi samstundis umsitingina hjá Joe Biden forseta at gera áhaldandi mistøk og fyri at »brenna« amerikonsku politisku skipanina og aljóða leiðsluskapið »niður«.

Harumframt heldur hann, at Russland ongantí hevur havt »nøkur bond til Donald Trump«.

Roknað verður við at Trump verður valdur sum forsetavalevni hjá Republikanarunum 15. juli og harvið fer at stilla upp ímóti demokratiska forsetanum, Joe Biden.

/ritzau/

 

Russiski, Vladimir Putin, hitti í dag atljóða tíðindastovur. - Foto: Vladimir Astapkovich/Reuters