Sambært Reuters heldur forseti Russlands, Vladimir Putin, at tað er Ukraina, sum stendur aftan fyri ógvusligu spreingingina á brúnni, sum knýtir Krim-hálvoynna til Russlands.
Í einum úttalilsi í kvøld, sum útlendskir miðlar endurgeva, kallar forsetin álopið á brúnna eina yvirgangsatsókn móti "russiskum undirstøðukervi", sum hann tekur til.
Reuters veit at siga, at Vladimir Putin kom við hesi útsøgn á einum fundi við leiðaran fyri russisku kanningarnevndini, Aleksandr Bastrykin, sum kannar spreingina.
Sjálvur heldur Aleksandr Bastrykin, at russiskir og útlendskir borgarar hjálptu ukrainum at fremja atsóknina.
Tað var leygarnáttina, at ógvusliga spreingingin var á Krim-brúnni. Trý fólk lótu lív, og partar av brúnni endaðu í havinum. Eldur kom í sjey oljutangar, sum vóru ávegis til Krim við toki.
Brúgvin knýtir Krim-hálvoynna og Russland saman, og hon stóð liðug í 2018. Hetta er einasta vega-og toksamband millum russiska meginlandið og hálvoynna Krim, sum Russland tók frá Ukraina í 2014.
##med2##
Sambært útlendskum tíðindastovum er ikki greitt, hvør framdi atsóknina. Á Tvitter skrivar Mykhailo Podolyak, sum er ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, at spreingingin er fyrsta stigið - og at "alt, sum ólógligt, skal oyðileggjast..."
Mykhailo Podolyak leggur aftrat, at alt, sum er stjolið, eisini skal aftur til Ukraina.