Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur tikið rættiliga víðgongd stig fyri at tryggja undirtøku til kríggið í Ukraina, veit bretska verjumálaráðið at siga í dag.

Putin setir embætisfólki forboð fyri at siga seg úr starvi

Russiski forsetin stúrir fyri møguligum uppsagnum sum kunnu geva fólki eina ábending um, at Russland er í ferð við at tapa kríggið í Ukraina.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur tikið rættiliga víðgongd stig fyri at tryggja undirtøku til kríggið í Ukraina, veit bretska verjumálaráðið at siga í dag.

Sambært Independent, sum endurgevur bretska verjumálaráðið, hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, sett embætisfólki í Russlandi forboð fyri at siga seg úr starvi.

 

Forboðið skal vera galdandi fyri økis-og landspartaleiðarar í Russlandi, fólk í trygdartænastuni og fólk í umsitingini hjá forsetanum.

 

Tað, sum liggur aftanfyri forboðið, sigst vera, at forsetin stúrir fyri møguligum uppsagnum sum kunnu geva fólki eina ábending um, at Russland er í ferð við at tapa kríggið í Ukraina.

 

Bretska verjumálaráðið dagførir tað, tey halda seg vita um gongdina, á Tvitter, og her verður sagt, at fleiri embætisfólk í Russlandi hava sagt seg ivast í "spesialoperatiónini" í Ukraina.

 

Tíðindini um russisku embætisfólkini, sum reisa iva um krígsførsluna hjá Vladimir Putin, koma samstundis, sum russar skulu hava framt álop á hermótinum í ukrainska býnum, Bakhmut.

 

Sambært Hanna Maljar, sum er varaverjumálaráðharri í Ukraina, hava russar sent nógv fólk til hermótið við Bakhmut, men at ukrainski herurin hevur svarað aftur.

 

Fyrr í dag søgdu bæði privati Wagner-herurin og hernaðarleiðslan í Ukraina, at russisku herdeildirnar í økinum taka seg aftur á Bakhmut-leiðini.

 

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur tikið rættiliga víðgongd stig fyri at tryggja undirtøku til kríggið í Ukraina, veit bretska verjumálaráðið at siga í dag.