Russland sigur seg vilja samráðast

Men, tað hevði neyvan verið uttan treytir, sum Ukraina ikki kann góðtaka.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur aftur sagt, at Russland er til reiðar at samráðast, so endi kann fáast á krígnum í Ukraina.

 

Hetta hendir, samstundis sum álopini á Ukraina halda fram.

 

Serfrøðingar halda, at útspælið úr Moskva um friðarsamráðingar heldur er propaganda enn verulig ynskir um samráðingar.

 

Russiski forsetin sigur í samrøðu í dag, at Russland er fyrireikað til samráðingar við allar partar um Ukraina.

 

Vladimir Putin ákærir Ukraina og sigur, at landið sýtir fyri at góðtaka samráðingar. Slíkt hevur Moskva hildið upp á nakrar ferðir.

 

Russiski forsetin sigur, at hann hevði einki annað val enn at leypa á Ukraina.

 

- Vit verja okkara nationalu áhugamál, sigur Vladimir Putin, og tað er tíðindastovan NTB sum endurgevur.

 

Meðan Boris Johnson enn var forsætisráðharri í Stórabretlandi og vitjaði í Kyiv, reisti hann viðkomandi spurningin:

 

- Hvussu kanst tú samráðast við eina krokudillu, sum longu hevur annað beinið á tær í kjaftinum?

 

Tað er eingin, sum sýtir Russland fyri at taka sínar herdeildir úr aftur Ukraina og soleiðis enda kríggið.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er tikin í forsætisráðharratíðini hjá Boris Johnson, tá bretski leiðarin vitjaði í Kyiv.