Putin og Medvedev vilja hava betri samband við Vesturheimin

Tað ljóðar, at russiska leiðslan er til reiðar at offra Sergej Lavrov, uttanríkisráðharra fyri at bøta um viðurskiftini við Vesturheimin

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, er ein virdur diplomatur og verður av mongum mettur sum tann fremsti russiski diplomaturin. Men sambært blaðnum Nezavisimaja Gazeta, sum hevur gott samband við ta ovastu russisku leiðsluna, eru Dmitrij Medvedev, forseti, og Vladimir Putin, forsætisráðharri, til reiðar at ofra Lavrov í einari roynd at bøta um viðurskiftini við Vesturheimin.

Síðani Georgia-kreppuna hevur Sergej Lavrov verið ímyndin av teimum vánaligu viðurskiftunum millum Russland og Vesturheimin. Men Medvedev sigst vera sinnaður at toyggja seg langt fyri at sleppa undan fleiri ósemjum, og sambært Nezavisimajua Gazeta kann ein avleiðing verða, at uttanríkisráðharrin verður skiftur út.

Sergej Lavrov er høgt í metum í russisku leiðsluni og millum tað vanliga russiska fólkið, ið metir hann sum ein, ið altíð tosar Ruisslands søk. Tí rør russiska blaðið uppundir, at Lavrov kanska verður varaforsætisráðharri, tí á tann hátt varðveita russar sambandið við hann, meðan hann hvørvur av tí uttanríkispolitiska pallinum.

Politiskir eygleiðarar í Moskva siga, at hóast Medvedev og Putin vilja hava betri viðurskifti við Vesturheimin, so merkir tað neyvan, at Russland fer at broyta støðu í spurninginum um Suðurossetia og Abkhasia, sum Russland hevur viðurkent sum sjálvstøðug lond.