Russiski forsetin, sum hevur verið aktivur íðkari í judo, missir nú eisini sítt tignarheitið sum heiðursforseti í altjóða judosambandinum.
Hetta hendir eftir russisku innrásina í Ukraina.
Tað skrivar altjóða judosambandið í tíðindaskrivi.
- Í ljósinum av verandi krígsstøðu í Ukraina kunnger altjóða judosambandið, at Vladimir Putin missir sítt tignarheiti sum heiðursforseti og umboðsmaður, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun, og her verður víst á, at tað var hósnáttina, at russiski forsetin gav boð um innrásina í Ukraina.
Fleiri lond hava sett tiltøk í verk ímóti Russlandi, russiskum ítróttarfólki og ítróttartiltøkum, og fleiri hava sagt, at tey ynskja ikki russisk ítróttarfólk í sínum londum, meðan Russland er í kríggi í Ukraina.