Putin-kritikari fekk Nobel-virðislønina í bókmentum

67 ára gamla Svetlana Alexievich varð í dag kunngjørd sum vinnari.

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at tað er Svetlana Alexievich, ið er nýggjasti vinnarin av Nobel-virðislønini í bókmentum. Tað var nobeldómsnevndin í bókmentum, ið kunngjørdi vinnaran.


- Hennara polyfonisku verk eru ein varði yvir líðing og dirvi í okkara tíð, skrivar dómsnevndin í grundgevingini.


Svetlana Alexievich er fødd í Ukraina í 1948, men er uppvaksin og býr í Hvítarusslandi. Hon er útbúgvin journalist, og hevur starvast sum lærari og journalist. Verk hennara eru týdd til yvir 30 ymisk mál.


Seinastu árini er Svetlana vorðin kend sum ein íðin kritikari av russiska forsetanum Putin, og í hennara egna heimlandi, Hvítarussland, vórðu hennara bøkur bannaðar í 1998, tá russiskt-vinaligi forsetin Lukasjenko kom til valdið.