Hesum boðaði Vlademir Putin frá undir eini drúgvar og leingi væntaðari røðu í dag.
– Eg eri noyddur at boða frá í dag, at Russland fer úr strategisku vápnaavtaluni, sigur russiski forsetin.
Putin sipar til ta sonevndur New Beginning-avtulna, sum USA og Russland skrivaðu undirí 2010. Avtalan kom í gildi í 2011.
Avtalan varð í 2021 longd við fimm árum afturat, beint eftir at Joe Biden hevði tikið við sum forseti í USA.
Í avtaluni er millum annað ásett eitt loft fyri, hvussu nógv kjarnorkuvápn tey bæði londini mugu hava. Eisini er ein avtala um leypandi kanningar.
/ritzau/Reuters
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##